Seinastu tíðindi

Píka7 og Strok

mik.18.mai

Nýggj bløð!

Hesa vikuna fáa næmingarnir STROK og Píka7. Í nýggjastu bløðunum verður sjóneyka sett á skating, manga og forelskilsi!

Í Píka7 kanst tú læra teg sirkuskynstur í loyniliga sirkussummarskúlanum hjá Tjóðhild. Tú kanst eisini lesa um tey fýra sløgini av klovnum og um gyklaran, Rógva, sum heldur, at øll børn kunnu læra seg at gykla. Kom við Miu til Kids Only í Skatehøllini úti á Bacalao í Havn, har Rógvi skateboardar hvønn sunnudag. Í hesum blaðnum er ein samrøða við Tebryggjaran, sum hevur eina uppskrift uppá søgubryggj. Les alt um tindasvín og onnur djór við píkum. Umframt hetta er blaðið sum vant á tremur við ítrivum, uppskriftum, skemti, ummælum og nógvum øðrum!

Í STROK kanst tú lesa alt um romantikk, kærleika og forelskilsi. Maria Reynstind, sum hevur lisið atferðarvísindi og er nevnarlimur í felagsskapinum KYN, svarar spurningum frá forelskaðum og óforelskaðum lesarum. Harumframt er ein grein um teir báðar føroyingarnar í X-factor finaluni, Tinu og Kára, sum siga, at man skal fylgja dreymum sínum. Ein samrøða er eisini við Sáru, sum lesur manga og var við, tá ið ein mangaklubbi var stovnaður herfyri. Í blaðnum finnur tú millum annað eisini uppskriftir, ummæli, eina stuttsøgu, skemt og uppgávur – og í táttinum ”Royn teg nú” kanst tú finna útav hvussu romantisk/ur tú ert