Seinastu tíðindi

Løgtingsins umboðsmaður vitjar hósdagin

týs. 3.okt

Í sambandi við at vit fara at velja næmingaráð, fáa vit vitjan av Løgtingsins umboðsmanni, Honnu Vang, sum fer at greiða frá rættindum hjá børnum og um týdningin av, at børn verða hoyrd.

Hvat er Barnarættindasáttmálin?

Barnarættindasáttmálin er ein altjóða sáttmáli. Hetta er eitt slag av lóg, sum tey flestu lond hava góðkent skal vera galdandi í teirra egna landi. Í Barnarættindasáttmálanum eru týdningarmiklar reglur um rættindi hjá børnum. Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár uttan mun til kyn, húðalit, mentan ella átrúnað.