Seinastu tíðindi

Felags foreldrafundur - Broyting

mik.30.aug

Góðu foreldur at næmingum í Viðareiðis skúla.

Fundurin er fluttur til mikukvøldið 6. september kl. 18.00 - 20.00 fara vit at bjóða tykkum til felags foreldrafund í skúlanum.

Byrjað verður í Auluni, har kunnað verður um fundin.

Síðani bjóðar skúlastýrið eina máltíð.

Við á fundinum verður Tóra Petersen trivnaðarráðgevi á Námi, sum fer at hava framløgu, har evni er: “Ein góð byrjan”. Eftir framløguna verður prát.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Selma Schmidt, forkvinna í skúlastýrinum

Jensebeth Absalonsen, skúlaleiðari