Seinastu tíðindi

Starvslýsing

mán.30.mai

AVLOPSTÍMAR Í VIÐAREIÐIS SKÚLA

Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv 2022/2023. Talan er um eitt starv á  lønarbrot 0,35.

Tann, ið settur verður, skal:

·       undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

·       duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·       verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

·       vera stundislig/ur og nærløgd/ur

·       vera við til áhaldandi at menna skúlan

Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kann átaka sær:

·       at undirvísa í m.a. svimjing/ítrótti, føroyskum og støddfrøði í 3. – 7. flokki

Førleikakrøv

Útbúgving sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum
 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verða sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknir

Umsóknin, saman við  CV, avrit av prógvum og møguligum ummælum og játtanum, at barnarváttan kann innheintast, skal vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 14. juni 2022 kl. 12.00.

Umsóknir verða sendar til:

Viðareiðis skúli

Heygavegur 7

750 Viðareiði

ella í teldubrævið til: jensebeth@skulin.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 23 10 80.

Í Viðareiðis skúli eru 36 næmingar í 1. – 7. flokki.

 

Starvslýsing.doc