Seinastu tíðindi

Garðdagur

mik. 8.jun

Góðu foreldur

Um viðrar er ætlanin at hava garðdag í skúlanum týsdagin 14. juni.

Tað hevði glett okkum, um foreldru, sum ikki eru til arbeiðis henda dag,
høvdu kunnað hjálpt til.

Ætlanin er at byrja við morgunsangi kl. 08.00 og enda við einari málttíð á miðdegi.

Vinarliga sigið flokslæraranum frá, um tað liggur fyri at hjálpa til.

Um ikki viðrar 14., so ber til at flyta dagin til 15. ella 16. juni.

Ætlanin fyri dagin er fjølbroytt, og fara vit m.a. at rudda, mála, grava, planta, baka og grilla.