Seinastu tíðindi

Stuðulsstarv

mán. 8.aug

STUÐULSSTARV Í VIÐAREIÐIS SKÚLA

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli frá 23. august til 3. november 2022. Talan er um eitt starv við setanarbroti 0,62, sum svarar til 28 tímar um vikuna. Uppgávan er at virka sum stuðul hjá næmingum við serligum tørvi.

Førleikakrøv:

  • Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving.
  • Um ongin námsfrøðingur søkir, verður starvið sett við hjálparfólki. Fyrimunur er at hava royndir, sum stuðul í fólkaskúlanum.

Tann, ið sett verður, skal:

  • duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum.
  • verða fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum.
  • vera stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur.
  • hava námsfrøðiliga útbúgving ella námsfrøðiligar royndir

Lønar- og setanartreytir:

  • Námsfrøðingur verður løntur eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 11-23.
    Hjálparfólk verða flokkað í lønarflokki 3-9.

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av prógvi, c.v. og møguligum viðmæli skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi 22. august 2022 kl. 18.00.

Umsóknir verða sendar til:

Viðareiðis skúli

Heygavegur 7

750 Viðareiði

ella í telduposti til: jensebeth@skulin.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 23 10 80.

Í Viðareiðis skúla eru 36 næmingar í 1. – 7. flokki.