Seinastu tíðindi

Felagsforeldrafundur týskvøldið 28. mars kl. 18.00 - 20.00

hós.16.mar

Góðu foreldur at næmingum í Viðareiðis skúla.

Týskvøldið 28. mars kl. 18.00 - 20.00 fara vit at bjóða tykkum til felagsforeldrafund í skúlanum.

Byrjað verður við vælkomst heilsan í Auluni.

Síðani bjóðar skúlastýrið døgurða.

Við á fundinum verður Tóra Petersen trivnaðarráðgevi á Námi, sum fer at leiða okkum víðari á byrjaðu trivnaðarferðini.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

Malan Sørensen forkvinna í skúlastýrinum

Alis Højsted virkandi skúlaleiðari