Seinastu tíðindi

Foreldrafundur í miðdeild "Góðir miðlavanar"

mán.10.apr

Sosialir miðlar og spøl fylla meira og meira hjá børnum í dag, og tí vilja vit bjóða tykkum á ein felags foreldrafund týsdagin 11. apríl 2023 kl. 19,00 - 21.00 í skúlanum á Fossanesi, har tosað verður um áskoðanir hugskot og sosialu samveruna í 3. - 7. flokk í Viðareiðis skúla og skúlanum á Fossanesi í einum felags høpi.

Súsanna í Króki SSP-ráðgevi leggur fyri.

Fyri at fáa innlit í støðuna og áhugamál hjá børnunum, vitjar hon tey fyrr á degnum.

Børnini hava brúk fyri at foreldrini tosa saman og tí ynskja vit, at bæði foreldrini luttaka.

Gevi flokslærarunum boð, um tit koma ella ikki.