Seinastu tíðindi

Fartelefonir

frí. 7.okt

Í samband við at skúlin og skúlastýrið hava endurskoðað skúlans meginreglur, hava vit samtykt, at tað ikki er loyvt hjá næmingum at brúka farteletelefonina í skúlatíðini, og tí fara vit at seta eina nýggja skipan í gongd eftir heystfrítíðina.

Skipanin sær soleiðis út:

Næmingar, sum hava telefon við í skúla, skulu lata hana inn til skúlan, tá skúladagurin byrjar.

Næmingar fáa telefonina aftur, tá skúladagurin endar.

Um tað er neyðugt at fáa fatur í barni ella børnum í skúlatíðini, so kunnu foreldur ringja til skúlan ella flokslæraran.

·         Um hesar reglur ikki verða fylgdar, so verður telefonin tikin, og foreldur mugu koma í skúlan eftir telefonini í skúlatíð.

Við vón um at tikið verður væl í móti hesi skipan.

Samtykt á skúlastýrisfundi í sep. 2016